fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Arbeiðsfólk til serburturkast hjá IRF

Dámar tær at hava skil á tingunum? Og arbeiðir tú skipað? So er hetta starvið nakað fyri teg!

IRF søkir eftir starvsfólki at arbeiða við serburturkasti. Talan er um tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í farloyvi til síðst í februar 2027.

 

Um Serburturkast

Høllin fyri móttøku av serburturkasti er staðsett á Hagaleiti í Leirvík. Serburturkast er tað, ið vit kenna frá reyða posa umframt ymiskur elektronikkur so sum skermar, dustsúgvarar og køliskáp.

Nakað av tí, ið verður bólkað sum serburturkast inniheldur serliga dálkandi evnir, ið kunnu verða skaðilig fyri fólk og fæ, um tey enda í náttúruni. Tey skulu tískil serviðgerast á umhvørvisvinarligan hátt. Aðrir bólkar verða partvíst endurvunnir, so sum spreydósir, battarí, telefonir og káplar.

Endamálið við høllini til serburturkast er at halda vandamiklum burturkasti burtur úr náttúruni og at skipa fyri, at virðismikið tilfeingi verður hildið í ringrás og sent til endurvinning uttanlands.

 

Arbeiðsuppgávur

·         Trukk koyring í samband við móttøku og avskiping

·         Kundamóttøka av bilum sum koma við serburturkasti

·         At skráseta innkomið burturkast og endurnýtslutilfar

·         At skilja og virðisøkja innkomið endurvinnigartilfar, so sum elektronikk

·         At vegleiða á staðnum, hvussu burturkastið skal skiljast

·         Dagligt viðlíkahald av trukki og hølum

 

Vit vænta av tær, at tú

·         ert røkin, ábyrgdarfull/ur og fyrikomandi

·         Hevur góð samstarvsevni

·         Samskiftir á norðurlendskum

·         Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur stóra koyrikortið

 

Vit bjóða

Tú fært upplæring í starvinum. Um tú ikki hevur trukkloyvi frammanundan, verður tílíkt skeið bjóðað tær. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.

 

Setanartreytir

Talan er um eitt fulltíðarstarv í dagtímunum at byrja skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 28. feburar 2027. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Umsóknarfreist

Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi mikudagin 4. mars 2026.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Hanus Á. Lervig, á tlf. 583550 ella hal@irf.fo.  

Søk starvið HER.

 

Um IRF

IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdi 36.000 tons av burturkasti, harav 8.700 tons vórðu endurvunnin og 3.600 tons vórðu tyrvd.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.

 

 

Lagt út tann
12. feb. 2026
Starv
Arbeiðsfólk til serburturkast
Starvsheiti
Arbeiðsfólk til serburturkast hjá IRF
Virki
IRF
Deild
Serhøllin
Umsóknarfreist
04. mar. 2026
Starvstíð
Skjótast gjørligt - 28. feb. 2027
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor