Leys størv
Ert tú tekniskt væl fyri og ynskir tú eitt starv, har tú hevur ábyrgd, fært tekniskar avbjóðingar, og sum hevur týdning fyri umhvørvi? So hava vit møguliga júst rætta starvið til tín.
Sum vaktarfólk á brennistøðini hjá IRF hevur tú ein lyklaleiklut í at tryggja at brenning og orkuframleiðsla fara fram á ein tryggan og umhvørvisligan hátt. Tú verður partur einari døgnvaktarskipan við seks vaktarfólkum við nógvum royndum og fakligum førleikum.
Um brennistøðina
Brennistøðin á Hagaleiti er snúningspunktið hjá IRF. Brennistøðin tekur í ímóti uml. 23.848 tonsum av burtukasti til brenningar árliga. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið, og mestum alt árið. Seinastu árini hevur brennistøðin í miðal verið í rakstri í meira enn 8.000 tímar árliga. Brennistøðin veitir fjarhita til egnar bygningar og virkisbygning í nærumhvørvinum.
Arbeiðsuppgávur
Sum vaktarfólk ert tú partur av eini døgnvaktarskipan, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
· Móttøku og telduavgreiðslu av bilum, sum koma á brennistøðina við burturkasti
· Umvæling og røkt av útgerð og maskinum á brennistøðini
· Dagligan rakstur og røkt av ketli og ovni
· Annað fyrifallandi arbeiði
Vit vænta av tær, at tú
· ert útbúgvin maskinmeistari, maskinistur ella hevur líknandi hægri útbúgving
· hevur góðan KT-førleka
· kanst arbeiða sjálvstøðugt og í vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið.
· tekur ábyrgd og dugir at taka skjótar fakliga grundaðar avgerðir
Ynskiligt er, at tú kanst byrja hálvan apríl ella eftir avtalu.
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.
Setanarviðurskiftir
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftisvaktum á brennistøðini hjá IRF. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi hósdagin 19. mars 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran á brennistøðini, Sverra Danielsen, á tlf. 23 42 51.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
Dámar tær at hava skil á tingunum? Og arbeiðir tú skipað? So er hetta starvið nakað fyri teg!
IRF søkir eftir starvsfólki at arbeiða við serburturkasti. Talan er um tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í farloyvi til síðst í februar 2027.
Um Serburturkast
Høllin fyri móttøku av serburturkasti er staðsett á Hagaleiti í Leirvík. Serburturkast er tað, ið vit kenna frá reyða posa umframt ymiskur elektronikkur so sum skermar, dustsúgvarar og køliskáp.
Nakað av tí, ið verður bólkað sum serburturkast inniheldur serliga dálkandi evnir, ið kunnu verða skaðilig fyri fólk og fæ, um tey enda í náttúruni. Tey skulu tískil serviðgerast á umhvørvisvinarligan hátt. Aðrir bólkar verða partvíst endurvunnir, so sum spreydósir, battarí, telefonir og káplar.
Endamálið við høllini til serburturkast er at halda vandamiklum burturkasti burtur úr náttúruni og at skipa fyri, at virðismikið tilfeingi verður hildið í ringrás og sent til endurvinning uttanlands.
Arbeiðsuppgávur
· Trukk koyring í samband við móttøku og avskiping
· Kundamóttøka av bilum sum koma við serburturkasti
· At skráseta innkomið burturkast og endurnýtslutilfar
· At skilja og virðisøkja innkomið endurvinnigartilfar, so sum elektronikk
· At vegleiða á staðnum, hvussu burturkastið skal skiljast
· Dagligt viðlíkahald av trukki og hølum
Vit vænta av tær, at tú
· ert røkin, ábyrgdarfull/ur og fyrikomandi
· Hevur góð samstarvsevni
· Samskiftir á norðurlendskum
· Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur stóra koyrikortið
Vit bjóða
Tú fært upplæring í starvinum. Um tú ikki hevur trukkloyvi frammanundan, verður tílíkt skeið bjóðað tær. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.
Setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv í dagtímunum at byrja skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 28. feburar 2027. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi mikudagin 4. mars 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Hanus Á. Lervig, á tlf. 583550 ella hal@irf.fo.
Søk starvið HER.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdi 36.000 tons av burturkasti, harav 8.700 tons vórðu endurvunnin og 3.600 tons vórðu tyrvd.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.
Hevur tú stóra koyrikortið? Og hevur tú góð samstarvsevni? So er hetta starvið nakað fyri teg.
IRF søkir bilførara til reinsitænastuna. Starvið er eitt tíðaravmarkað starv innan spillolju og oljudálkað vatn. Reinsitænastan hjá IRF heintar spillolju og oljudálkað vatn kring alt landið. Somuleiðis hevur reinsitænastan til uppgávu at tøma allar rottangar og reinsiverk í limakommununum. Innkomna evjan verður viðgjørd og reinsað hjá IRF ávíkavist á Hagaleiti og í Nýggjheiðum.
Arbeiðsuppgávur í reinsitænastuni
heinta spillolju og oljudálkað vatn
reinsa tangar og kjølar
opa og reinsa kloakkir, rør, tangar o.a.
· tøma uppsamlingsbrunnar
· tøma rottangar
· reinhald av bili og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
aðrar líknandi uppgávur
Vit vænta av tær, at tú
· hevur stóra koyrikortið
· hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
· ert røkin, álítandi og jalig/ur
· ert likamliga væl fyri
· ert tilvitað/ur um, at koppseting er neyðug fyri at røkja hetta starvið
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Setanarviðurskiftir
Starvið er fulla tíð umframt vaktarskipan um kvøldið og í vikuskiftum. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 31. januar 2027. Starvstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag/KAF.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi hósdagin 26. februar 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið ert tú vælkomin at venda tær til Duritu Toftegaard, leiðara fyri Innsavning og reinsitænastu á tlf. 234223 ella Andrias Joensen, tekniskan leiðara á tlf. 234214.
Les meira og søk starvið HER.
Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 36.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
Arbeiði við byggja panthøllina í Sandavági er nú komið somikið ávegis at klárt er at søkja eftir arbeiðsfólki til høllina. Talan er um fulltíðarstarv í dagtímunum.
Um Panthøllina
Nýggja skipanin hevur við sær, at IRF fer at heinta øll pantíløt frá handlum í Føroyum, og skilja og viðgera tey í høllini í Sandavági. Í byrjanini verður pant á teimum íløtum, sum vit kenna í dag, men við tíðini kemur helst pant á onnur einnýtis- og endurnýtsluíløt úr plasti, glasi og aluminium. Panthøllin verður útgjørd við nýmótans móttøkuútgerð og KT-skipanum, og sum frá líður fara væntandi 4-5 starvsfólk at starvast á staðnum.
Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá fólki, at sleppa av við øll pantíløt á sama stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma inn aftur til endurvinning og endurnýtslu. Talan er um eina nýggja og burðardygga skipan, sum fer at hava stóran samfelagsligan og umhvørvisligan týdning fyri Føroyar.
Tað er Umhvørvismálaráðið, sum hevur heitt á IRF um at umsita pantskipanina og harvið tryggja,
at íløt verða savnað inn, flokkað og send víðari til endurvinning og endurnýtslu.
Arbeiðsuppgávur
· Móttøka av bilum, sum koma við panttilfari
· Skiljing av fløskum, dósum v.m.
· Avskiping
· Reinhald av høllini og útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
Vit vænta av tær, at tú
hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
ert røkin, álítandi og jalig/ur
Ynskiligt er, at tú kanst byrja 1. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.
Vit bjóða
Tú fært upplæring í starvinum, men tú verður eisini við til at menna arbeiðsgongdirnar og fært møguleika at seta tín dám á. Um tú ikki hevur trukkloyvi frammanundan verður tílíkt skeið bjóða tær.
Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.
Setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv í dagtímunum. Yvirtíð kann koma fyri til tíðir. Starvsstaðurin er panthøllin í Sandavági. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi sunnudagin 22.02.26.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til til Mortan Olsen, leiðara, á tlf. 234277 ella á telduposti mol@irf.fo
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdi 36.000 tons av burturkasti, harav 8.700 tons vórðu endurvunnin og 3.600 tons vórðu tyrvd.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.
IRF søkir eftir einum fakliga sterkum og ágrýtnum leiðara við arbeiðsstaðið í nýggju panthøllini í Sandavági.
Sum leiðari fært tú ábyrgdina av dagliga rakstrinum og teknisku skipanunum í høllini, og verður tú ein lyklapersónur í menningini og rakstri av føroysku pantskipanini.
Um panthøllina og nýggju pantskipanina
IRF er í gongd við at seta eina landsfevnandi pantskipan í verk eftir áheitan frá Umhvørvismálaráðnum. Í hesum sambandi verður í løtuni ein nýggj panthøll bygd í Sandavági, sum skal taka ímóti áleið 17 mió. íløtum um árið – bæði úr plasti, glasi og aluminium. Talan er um eina nýhugsandi og burðardygga skipan, sum við tíðini væntast at fevna um enn fleiri íløt.
Panthøllin verður útgjørd við nýmótans móttøkuútgerð og KT-skipanum, og væntandi fara 4–5 starvsfólk at starvast á staðnum sum frá líður. Sum leiðari fært tú ein týðandi leiklut í at reka høllina og tryggja, at arbeiðið fer fram á skilagóðan og tryggan hátt.
Arbeiðsuppgávur
Sum leiðari kemur tú m.a. at:
vera við í arbeiðinum at seta upp maskinur og KT-útgerð
hava tekniska ábyrgd av maskinum, KT-útgerð og amboðum
- standa fyri og luttaka í dagligum rakstri, viðlíkahaldi og røkt
- skipað og leiða arbeiði á staðnum
- samskifta við veitarar og samstarvsfelagar
- tryggja at arbeiðið er umhvørvisliga skilagott fyriskipað
- taka ímóti og skráseta innkomnar nøgdir av íløtum
- annað fyrifallandi arbeiði
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- ert útbúgvin maskinmeistari, framleiðslutøkningur ella hevur aðra viðkomandi tekniska útbúgving
- dugir væl at samstarva og samskifta, bæði innanhýsis og við uttanhýsis samstarvsfelagar
- hevur royndir ella kunnleika til umhvørvisstýringskipanir
- ert ágrýtin, tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
Vit bjóða tær
Vit bjóða tær eitt starv spennandi og týdningarmikið starv í einari fyritøku við landsfevnandi virksemi. Tú fært møguleika at vera við frá byrjan og at seta dám á eina nýggja og burðardygga skipan, sum hevur stóran samfelagsligan og umhvørvisligan týdning. Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss har vit errin av okkara starvsfólkum. Starvsfólkahópurin telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvsstaðurin er panthøllin í Sandavági. Starvið verður lønt sambært sáttmála við viðkomandi avvarðandi yrkisfelag.
Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi 24.10.25.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andrias Joensen, tekniskan leiðara á tlf. 234214 ella Sigurd L. Lamhauge, stjóra á tlf. 234200.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdi 36.000 tons av burturkasti, harav 8.700 tons vórðu endurvunnin og 3.600 tons vórðu tyrvd.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.
Søkt verður eftir einum starvsfólki til móttøkuhøllina hjá IRF á Hagaleiti at byrja skjótast til ber.
Um móttøkuhøllina
Móttøkuhøllin á Hagaleiti tekur ímóti timbri og øðrum vinnuburturkasti. Í høllini eru umstøður at skilja blandað burturkast, soleiðis at ein størri partur fer til endurvinningar heldur enn at verða brent. Alt burturkastið verður kvarnað, áðrenn tað fer í ovnin á brennistøðini. Kvarnað burturkast ger tað lætt at blanda við øðrum burturkasti, og harvið fær ovnurin hjá IRF eina javnari og betri brenning.
Arbeiðsuppgávur
Taka ímóti og skráseta bilar, sum koma við burturkasti
Kvarna timbur og annað burturkast
Veita vegleiðing á staðnum, hvussu burturkastið skal skiljast
Skilja blandað burturkast, soleiðis at ein størri partur fer til endurvinning
Dagligt viðlíkahald av útgerð, maskinum og hølum
Aðrar fyrifallandi uppgávur á Hagaleiti
Vit vænta, at tú
hevur stóra koyrikortið
hevur royndir sum maskinførari
ert røkin, ábyrgdarfull/ur og fyrikomandi
hevur góð samstarvsevni
ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
samskiftir á føroyskum
Um starvið
Vit bjóða tær viðkomandi skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, harav tvey starvast í móttøkuhøllini. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, og eru tað nógv av okkara starvsfólkum, ið hava starvast hjá IRF í nógv ár.
Løn- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv í dagtímunum. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Føroya Arbeiðarafelag. Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt.
Umsóknarfreist
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Sverra Danielsen, leiðara, á tlf. 234251 ella Andrias Joensen, tekniskur leiðari, á tlf. 234214.
Umsóknarfreistin er 21. oktober 2025.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdu 36.000 tons av burturkasti og 10.000 tons av tyrviburturkasti.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
Heldur tú tað ljóðar spennandi at hava dagliga raksturin av tyrvimóttøkuni og reinsiverkinum um hendi vegna alt Føroya land? Og ert tú útbúgvin maskinistur ella handverkari, so er hetta starvið nakað fyri teg.
IRF søkir ábyrgdarfult og tænastusinnað starvsfólk til tyrvimóttøkuna og reinsiverkið í Nýggjheiðum oman fyri Kvívík. Nógv er um at fara, og tískil søkir IRF eftir einum starvsfólki til dagliga raksturin.
Um Nýggjheiðar
Í Nýggjheiðum verður tikið ímóti øllum tyrviburturkasti og allari rottangaevju í Føroyum, soleiðis at alt er savnað á einum stað. Tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu, men verður rikið av IRF. Plássið hevur eina høll við fýra brunnum á 500 m3 at savna saman tyrviburturkast, eitt framkomið PLC-stýrt reinsiverk til rottangaevju, starvsfólkarúm, bilhús til rottangabilar og tyrvingarpláss. Tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum er frá 2023 og er eitt nýbrot í føroyskari søgu. Eins og alt virksemið hjá IRF eru Nýggjheiðar altjóða ISO 14001:2015 góðkent. Virksemið her er harumframt – eins og alt annað virksemi hjá IRF – ISO góðkent sambært ST heimsmálum.
Arbeiðsuppgávur
Dagligur rakstur av tyrvingarmóttøkuni og reinsiverkinum
Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum
Viðlíkahald og røkt av útgerð og hølum
Annað fyrifallandi arbeiði
Vit vænta, at tú
hevur útbúgving sum maskinistur ella handverkari
hevur koyrikort
ert røkin og arbeiðir skipað
kanst arbeiða sjálvstøðugt
ert tænastusinnað/ur og dugur at samskifta á føroyskum ella norðurlendskum
ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
Vit bjóða
Vit bjóða tær viðkomandi skeið, so sum trukkskeið og onnur skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, harav trý starvast í Nýggjheiðum umframt fýra bilførarar, sum koyra út frá staðnum. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, og eru tað nógv av okkara starvsfólkum, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár.
Løn- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv í dagtímunum umframt telefonvakt. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og viðkomandi avvarðandi fakfelag. Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt.
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Hans Andrias Didriksen, leiðara, á tlf. 234238 ella Andrias Joensen, tekniskur leiðari, á tlf. 234214.
Umsóknarfreistin er 15. oktober 2025.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdu 36.000 tons av burturkasti og 10.000 tons av tyrviburturkasti.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
Søkt verður eftir starvsfólki til tyrvimóttøkuna og reinsiverkið í Nýggjheiðum omanfyri Kvívík. Tínar uppgávur eru millum annað dagligur rakstur av móttøkuni av tyrviburturkasti og rottangaskipanini.
Um Nýggjheiðar
Tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu. Á Nýggjheiðumverður tikið ímóti øllum tyrviburturkasti og allari rottangaevju í Føroyum, soleiðis at alt er savnað á einum stað. Plássið hevur eina høll at savna saman tyrviburturkast, eitt rottangareinsiverk, starvsfólkarúm, bilhús til rottangabilar og tyrvingarpláss. Nógv er um at fara, og tískil verður søkt eftir einum starvsfólki til dagliga raksturin.
Arbeiðsuppgávur
At røkja tyrvingarmóttøkuna og rottangareinsiverkið
Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum
Viðlíkahald og røkt av útgerð og hølum
Annað fyrifallandi arbeiði
Vit vænta, at tú
hevur útbúgving sum maskinistur ella handverkari
hevur koyrikort
ert røkin og arbeiðir skipað
kanst arbeiða sjálvstøðugt
ert tænastusinnað/ur og dugur at samskifta á føroyskum ella norðurlendskum
ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
Vit bjóða
Vit bjóða tær viðkomandi skeið, so sum trukkskeið og onnur skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdu 36.000 tons av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Løn- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og viðkomandi avvarðandi fakfelag. Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er í seinasta lagi 25. september 2025.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Hans Andrias Didriksen, leiðara, á tlf. 234238 ella Andrias Joensen, tekniska leiðara á tlf. 234214.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
Heldur tú tað vera spennandi at arbeiða við logistikki og planlegging – og hevur tú sans fyri at fáa ruturnar at ganga upp, soleiðis at innsavningin koyrir smidliga kring allar Føroyar? So er tað allarhelst tær, vit leita eftir!
Hjá IRF leita vit eftir einum skipaðum og ábyrgdarfullum koyrisamskipara, sum møtir kl. 07.00, og sum hevur dagligu ábyrgdina av, at ruturnar altið eru væl skipaðar og klárar, tá ið arbeiðsdagurin byrjar.
Um starvið
Tú verður partur av einum dugnaligum toymi við 5 øðrum starvsfelagum í deildini Innsavning og reinsitænasta, sum samskipar alla koyring og vegleiðir borgarum, stovnum og vinnulívi skrivliga og í telefon um skiljing av burturkasti. Knýtt at deildini eru 23 bilar og 29 bilførarar, sum dagliga savna inn burturkast, rottangaevju v.m. frá húsarhaldum, stovnum og vinnulívi umframt 41 kommunalum endurvinningarplássum í 28 kommunum í Føroyum.
Tínar arbeiðsuppgávur eru m.a. at:
samskipa dagligu ruturnar í samstarvi við bilførararnar
tillaga rutur og kunning í sambandi við broytingar vegna veður, tekniskt brek og líknandi
vera við til at menna logistikskipan okkara, TARP
vera við til at menna arbeiðsgongdir
samskifta við kundar og skráseta uppgávur
Vit ímynda okkum, at tú:
hevur royndir innan flutningslogistikk, samskipan av koyring ella líkandi
hevur gott yvirlit og dugir at finna loysnir
dámar og dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar í skrift og talu
hevur hevur góðar KT-førleikar og kanst vegleiða onnur
trívist við einum fjølbroyttum gerandisdegi, har tú til tíðir skalt finna skjótar og góðar loysnir
hevur góð samstarvsevni og dugir at fáa fylgiskap
Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú hevur ein lyklaleiklut við ábyrgd og við møguleika at gera mun. Tú fært skipaða upplæring í okkara KT-skipanum og arbeiðsháttum. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeiðstíðirnar eru frá kl. 07.00-15.00 mánadag til hósdag og fríggjadag frá kl. 07.00-14.00. Starvsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík, og tú vísir til leiðaran fyri Innsavning og reinsitænastu. Starvið verður lønt sambært sáttmála við Starvsfelagið ella annað viðkomandi avvarðandi yrkisfelag.
Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum hálvan august ella eftir avtalu.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi 15. juli 2025.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Duritu Toftegaard, leiðara fyri Innsavning og reinsitænastu á tlf. 234223 ella Andrias Joensen, tekniskan leiðara á tlf. 234214.
Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 36.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt - umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
IRF søkir eftir frítíðaravloysara fyri vaktarfólk á brennistøðini í Leirvík í tíðarskeiðnum 16. juni til 24. august (vika 24-35). Hevur tú lokið 2. lestrarhálvu á maskinmeistaraútbúgvingini, og hevur tú áhuga í einum summarstarvi, har tú fært viðkomandi starvsroyndir, so er hetta júst eitt starv fyri teg.
Tú verður partur av eini døgnvaktarskipan, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
Móttøku og telduavgreiðslu av bilum, sum koma á brennistøðina við burturkasti
Dagligan rakstur og røkt av ketli og ovni
Annað fyrifallandi arbeiði
Krøv til tín
Kravið er, at tú hevur lokið 2. lestrarhálvu á maskinmeistaraútbúgvingini ella hevur lokið útbúgving sum maskinistur ella maskinmeistari.
Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og í vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið.
Vit bjóða tær
Vit bjóða tær eitt mennandi summarstarv og møguleikan at verða partur av einum stórum starvsfólkahópi, sum hvønn dag lyftir eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit bjóða tær upplæring í tíðini áðrenn summarferiuna.
Setanarviðurskiftir
Talan er um summarstarv í skiftisvaktum á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við til Sverra Danielsen, leiðara, á tlf. 234251.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi 22.04.2025.
Um tú ikki kanst arbeiða allar 10 vikurnar, so sig okkum, hvat tíðarskeið tú ert áhugað/ur at starvast.
Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 40.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt minni skal brennast og alsamt meira skal endurvinnast - umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.
Sjálvboðin umsókn
Hjá IRF hava vit javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum vilja starvast hjá okkum.
Send okkum tína umsókn her og greið frá tær, tínari útbúgving og royndum, og hví tú vilt arbeiða hjá IRF.
Vit goyma allar umsóknir í 3 mánaðir.