Mekanikari til verkstaðið í Klaksvík
Dámar tær at umvæla og viðlíkahalda bilar? So Vit søkja eftir mekanikara/smiði til bilverkstaði hjá IRF í Klaksvík.
Arbeiðið inniber í høvuðsheitum at umvæla og viðlíkahalda bilar, maskinur og bingjur hjá IRF. Bilarnir koma inn á verkstaðið til regluligt viðlíkahald, umframt at brek og umvælingar verða gjørdar.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
at umvæla brek á bilum, maskinum og bingjum
at útinna regluligt viðlíkahald av bilum
Skráseting og avgreiðsla av innkomnum uppgávum
móttøka av bilvrakum
aðrar líknandi uppgávur
Vit vænta av tær, at tú hevur:
útbúgving sum mekanikari ella smiður
royndir við at arbeiða upp á lastbilar og maskinur
góð samstarvsevnir, men eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
góðan røkiskap
Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til hydraulikk og elektroniskar skipanir, og um tú hevur stóra koyrikortið.
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv við avbjóðandi uppgávum, ið tú saman við starvsfeløgunum á verkstaðnum, ert við til at loysa. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Uppmøtingarstaðurin er á verkstaðnum hjá IRF í Klaksvík.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi hósdagin 4. juni 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran Petur Højgaard, á tlf. 234254, ella Andrias Joensen, tekniskan leiðara á tlf. 234214.
Søk við at viðfesta umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum.
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.
Alt virksemið hjá IRF er ISO-14001 góðkent umframt at vit hava ISO-góðkenning fyri at hava sett heimsmálini hjá ST í verk. Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í seks av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og hann útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Við ISO-góðkenningunum átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning, viðgerð og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum.