Innsavnari til húsarhaldsposar
Hevur tú stóra koyrikortið? Ert tú kropsliga væl fyri? So hava vit møguliga eitt starv til tín. Vit søkja einum bilførara til fast starv sum innsavnari av húsarhaldsposum.
IRF hevur eitt toymið av innsavnanarum, ið hvørja viku heinta húsarhaldsburtukast frá meira enn 31.000 borgarum. Vit søkja eftir einum nýggjum starvsfelagað til hesa uppgávuna.
Arbeiðsuppgávur
Koyra lastbil í sambandi við innheintan av burtukasti frá húsarhaldi, vinnu og stovnum
Innheintan av grá, hvíta og reyða posa
Reinhald av bili og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
Aðrar líknandi uppgávur
Vit vænta av tær, at tú
· hevur stóra koyrikortið
· ert likamliga væl fyri
· ert fleksibul at hjálpa til á øðrum rutum, tá ið á stendur
· hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
· ert røkin, álítandi og jalig/ur
· ert tilvitað/ur um, at koppseting er neyðug fyri at røkja hetta starvið
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Setanarviðurskiftir
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður sett sett skjótast gjørligt. Starvstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Sum innsavnari er neyðugt at verða koppsettur fyri ávísar sjúkur. IRF ber kostnaðin av hesum.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi mikudagin 3. juni 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið ert tú vælkomin at venda tær til Duritu Toftegaard, leiðara fyri Innsavning og reinsitænastu á tlf. 234223 ella Andrias Joensen, tekniskan leiðara á tlf. 234214.
Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 36.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.