fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Samskiftis- og marknaðarfólk

Hvussu fært tú eitt heilt samfelag at síggja burturkast sum virðismikið tilfeingi?  

Brennir tú fyri samskifti, sum kann skapa veruliga broyting? Hevur tú hug at brúka tína vitan og tínar førleikar til at gera umhvørvisboðskap greiðan, viðkomandi og áhugaverdan?

Hjá IRF leita vit eftir einum ágrýtnum samskiftis- og marknaðarfólki, sum dugir at finna tær góðu søgurnar, skapa innihald og fáa fólk við á grønu kósina hjá Føroyum.

Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú bæði arbeiðir við samskifti í gerandisdegnum, og ert við til at flyta hugburð og vanar hjá borgarum, vinnu, skúlum og stovnum - so ert tú kanska tann, vit leita eftir.

 

Um starvið

Tú verður við til at gera vitan um burturkast, endurnýtslu og endurvinning lætta at skilja – og at vísa á, hvussu hvør einstakur kann vera við til at skapa eitt meira burðardygt samfelag.

Starvið gevur tær møguleika at arbeiða bæði strategiskt og praktiskt við samskifti, søgum og innihaldi á talgildum miðlum til framløgur, kunning og samskifti við ymiskar áhugabólkar.

 

Um teg

Vit leita eftir tær, sum dugir at finna tær góðu søgurnar og gera tær viðkomandi fyri onnur. Tú dugir at gera fakligan og umhvørvisligan boðskap greiðan og áhugaverdan og veitst, hvussu gott samskifti fær fólk at taka lut.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og skjótt, hevur viðkomandi útbúgving innan samskifti og/ella marknaðarføring og dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum. Tú hevur eisini skil fyri talgildum miðlum.

IRF er ISO-góðkent, og vit arbeiða út frá hugsjónini um ringbúskap og einum ynski um at fáa meira endurvunnið og minni burturbeint. Tí er tað týdningarmikið, at tú hevur áhuga fyri umhvørvinum og sært góða meining í at brúka samskifti sum eitt amboð til at skapa eina reinari og meira burðardygga framtíð.

 

Tínar uppgávur verða m.a. at:

·         skapa og gjøgnumføra samskiftis- og marknaðarátøk

·         menna innihald til heimasíðu, sosialar miðlar, tíðindi, framløgur og kunning

·         gera fakligan umhvørvisboðskap greiðan og áhugaverdan fyri ymiskar málbólkar

·         taka tær av innanhýsis samskifti og starvsfólkakunning

·         menna upplýsandi tilfar til børn, ung, borgarar og vinnu

·         vísa vitjandi runt á Hagaleiti og greiða frá um burturkastøkið

·         ráðgeva og stuðla leiðslu og starvsfólkum í samskiftisspurningum

 

Vit bjóða

Hjá IRF verður tú partur av einari fyritøku við einari týðandi samfelagsuppgávu. Tú fært møguleika at arbeiða við samskifti, sum hevur veruliga ávirkan á at gera Føroyar meira burðardyggar – tí góðar loysnir innan burturkast, endurnýtslu og endurvinning krevja, at fólk skilja, kenna og taka lut.

Tú verður ein týðandi rødd í arbeiðinum at gera Føroyar meira burðardyggar.

Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag, har tú kanst seta tín dám á samskiftið hjá IRF og arbeiða saman við dugnaligu starvsfólkunum hjá IRF.

Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, sum hvønn dag arbeiða fyri einari uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Hagaleiti í Leirvík. Tú vísir til fíggjarleiðaran. Ynskiligt er, at tú kanst byrja skjótast gjørligt. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og viðkomandi avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknarfreist

Freistin at søkja er í seinasta lagi sunnudagin 16. august 2026. 

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jóhannus Danielsen, fíggjarleiðara, á tlf. 23 42 16 ella Suffíu Høj, HR-leiðara á tlf. 23 42 37.

 

 

Lagt út tann
22. jul. 2026
Starv
Samskiftis- og marknaðarfólk
Starvsheiti
Samskiftis- og marknaðarfólk
Virki
IRF
Deild
Marknaðarførsla og Samskifti
Umsóknarfreist
16. aug. 2026
Byrjunardagur
01. sep. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor