Bilførari til pantskipanina
Hevur tú stóra koyrikortið? Hevur tú hug at vera við til at byggja upp nýggju føroysku pantskipanina?
IRF søkir ein ágrýtnan og ábyrgdarfullan bilførara til landsfevnandi pantskipanina. Talan er um nýtt starv við staðseting í Sandavági. Sum bilførari verður tú ein týðandi partur av dagliga rakstrinum, har tú tryggjar at pantíløt verða savnað inn til panthøllina í Sandavági til endurvinning og endurnýstlu.
Arbeiðsuppgávur
heinta pantíløt frá handlum, móttøkustøðum o.ø.
· reinhald av bili og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
rakstraruppgávur í panthøllini
aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit vænta av tær, at tú
· hevur stóra koyrikortið
· hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
· ert røkin, álítandi og jalig/ur
· Hevur góðar KT-førleikar
· ert likamliga væl fyri
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.
Setanarviðurskiftir
Starvið er fulla tíð. Starvið verður sett 1. september ella skjótast gjørligt. Starvstaðurin er á panthøllini í Sandavági. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag/KAF.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi sunnudagin 23. august 2026.
Um tú vilt vita meira um starvið ert tú vælkomin at venda tær til Mortan Olsen, leiðara fyri panthøllina á tlf. 234277 ella Andrias Joensen, tekniskan leiðara á tlf. 234214.
Les meira og søk starvið HER.
Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 38.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Vit hava í ár, sum fyrsti føroyski renovatiónsfelagsskapur nakrantíð, vunnið viðurkenda heiðurin “Verdensmålsprisen 2026” hjá Cirkulær fyri okkara arbeiði við verkætlanina “Tað sum eftir er”. Les meira um umhvørvispolitikk okkara á www.irf.fo