fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Vaktarfólk til brennistøðina

Vit søkja eftir tveimum vaktarfólkum til brennistøðina hjá IRF. Ert tú tekniskt væl fyri og ynskir tú eitt starv, har tú hevur ábyrgd, fært tekniskar avbjóðingar, og sum hevur týdning fyri umhvørvi? So hava vit møguliga júst rætta starvið til tín.

 

Sum vaktarfólk á brennistøðini hjá IRF hevur tú ein lyklaleiklut í at tryggja at brenning og orkuframleiðsla fara fram á ein tryggan og umhvørvisligan hátt. Tú verður partur einari døgnvaktarskipan við seks vaktarfólkum við nógvum fakligum førleikum.

 

Um brennistøðina

Brennistøðin á Hagaleiti er snúningspunktið hjá IRF. Brennistøðin tekur í ímóti uml. 23.000 tonsum av burturkasti til brenningar árliga. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið, og mestum alt árið.

 

Arbeiðsuppgávur

Sum vaktarfólk ert tú partur av eini døgnvaktarskipan, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

·         móttøku og telduavgreiðslu av bilum, sum koma á brennistøðina við burturkasti

·         umvæling og røkt av útgerð og maskinum á brennistøðini

·         dagligan rakstur og røkt av ketli og ovni

·         annað fyrifallandi arbeiði

 

 

Vit vænta av tær, at tú

·         ert útbúgvin maskinmeistari, maskinistur ella hevur líknandi hægri útbúgving

·         hevur góðan KT-førleka

·         kanst arbeiða sjálvstøðugt og í vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið

·         tekur ábyrgd og dugir at taka skjótar fakliga grundaðar avgerðir

·         ert kropsliga væl fyri

 

 

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.

 

Setanarviðurskiftir

Talan er um tvey fulltíðarstarv í skiftisvaktum á brennistøðini hjá IRF. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Starvið sum vaktarfólk verður lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF.

 

Umsóknarfreist

Freistin at søkja er í seinasta lagi hósdagin 17. september 2026. 

 

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran á brennistøðini, Sverra Danielsen, á tlf. 23 42 51.

 

Les meira og søk starvið HER.

 

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 38.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Vit hava í ár, sum fyrsti føroyski renovatiónsfelagsskapur nakrantíð, vunnið viðurkenda heiðurin “Verdensmålsprisen 2026” hjá Cirkulær fyri okkara arbeiði við verkætlanina “Tað sum eftir er”. Les meira um umhvørvispolitikk okkara á www.irf.fo

 

Lagt út tann
02. sep. 2026
Starv
Vaktarfólk til brennistøðina
Starvsheiti
Vaktarfólk til brennistøðina
Virki
IRF
Deild
Brennistøðin
Umsóknarfreist
17. sep. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor