Skrivstovulærningur til IRF
Hjá IRF søkja vit eftir einum lærningi til yrkisútbúgvingina sum skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting.
Útbúgvingin er fjøltáttað og fevnir um ein yrkisligan part hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík og ein ástøðiligan part í skúla í Danmark. Lærutíðin er vanliga tvey ár og skiftir ímillum starvsvenjing og skúlagongd. Longdin av lærutíðini er tengd at útbúgvingargrundarlagi. Skúlagongdin fevnir um fýra tíðarskeið í Danmark, á einum av trimum góðkendum skúlum. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum:
Yrkisdepilin.fo: skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting
Hjá IRF fært tú eina víðfevnandi og mennandi lærutíð og verður partur av fyrisitingini, har tú fært innlit í fleiri ymisk øki innan skrivstovu- og fyrisitingararbeiði. Yrkisligi parturin av útbúgvingini fer fyrst og fremst fram á fíggjardeildini, men tú fært eisini innlit í og høvi at arbeiða á øðrum deildum og arbeiðsøkjum hjá IRF, eitt nú Koyrideildini, HR og øðrum fyrisitingarligum arbeiðsøkjum.
Vit leggja okkum eftir at geva tær fjølbroyttar uppgávur, so tú fært eina góða og breiða fatan av skrivstovu- og fyrisitingararbeiði. Tú fært sjálvandi neyðuga vegleiðing og stuðul gjøgnum alla lærutíðina.
Tínar uppgávur
Uppgávurnar í lærutíðini fevna millum annað um bókhald, lønarviðurskiftir, journalrøkt, samskifti, kundatænastu, fyrisiting, innkeyp og samskipan. Vit leggja okkum eftir at seta teg væl inn í ymsu uppgávurnar, og vegleiða teg, tá tørvur er á tí.
Vit bjóða
Vit leggja stóran dent á góðan trivnað, gott samstarv og opið samskifti. Sum lærningur verður tú ein virkin partur av arbeiðsplássinum og fært møguleika at taka ábyrgd og royna teg við veruligum uppgávum.
IRF strembar eftir at ganga á odda á burturkastøkinum og at gera sítt til at gera Føroyar burðardyggari, og øll starvsfólkini hjá IRF eiga lut í hesum týdningarmikla arbeiði – eisini tú, um tú gerst skrivstovulærningur hjá okkum.
Vit vænta, at tú
· hevur lokið búskaparbreyt ella aðra miðnámsútbúgving
· hevur góðar førleikar í føroyskum og enskum
· hevur áhuga fyri skrivstovu- og fyrisitingararbeiði
· hevur áhuga fyri KT og talgildum loysnum
· ert forvitin og hevur hug at læra nýggjar uppgávur
· ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við kundar
Setanarviðurskifti
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Talan er um eitt fulltíðar lærupláss, ið verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi sunnudagin 1. november 2026.
Um tú vilt vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at venda tær til fíggjarleiðaran, Jóhannus Danielsen, á tlf. 234216 ella HR-leiðaran Suffíu Høj á tlf. 234237.
Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 36.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin lýsir kósina hjá felagnum í arbeiðinum fyri at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.