fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Bilførari til Reinsitænastuna

Dámar tær at koyra, arbeiða uttandura og gera ein sjónligan mun fyri umhvørvið? Sum bilførari í reinsitænastuni hjá IRF fært tú eitt fjølbroytt og virkið arbeiði, har tú kemur kring alt landið og hjálpir til at verja okkara náttúru og umhvørvi.

Sum bilførari í reinsitænastuni hjá IRF verður tú ein týðandi partur av arbeiðinum at tryggja, at spillolja og oljudálkað vatn verða savnað inn og viðgjørd á rættan hátt á okkara oljureinsiverkið. Tú fert koma kring allar Føroyar og vera við til at verja bæði náttúruna og okkara felags umhvørvi.

Arbeiðsuppgávur í reinsitænastuni

  • heinta spillolju og oljudálkað vatn

  • reinsa tangar og kjølar

  • opa og reinsa kloakkir, rør, tangar o.a.

·         tøma uppsamlingsbrunnar

·         veita bráðhjálp við tøming av rottangum

·         røkja og viðlíkahalda bil og útgerð

·         loysa aðrar viðkomandi arbeiðsuppgávur innan reinsitænastuna

 

Vit vænta av tær, at tú

·         hevur stóra koyrikortið

·         hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt

·         ert røkin, álítandi og jalig/ur

·         ert likamliga væl fyri

·         ert tilvitað/ur um, at koppseting er neyðug fyri at røkja hetta starvið

 

Vit bjóða tær

·         eitt fjølbroytt arbeiði, har tú kemur út at røra teg

·         ein arbeiðsdag við stórum frælsi og ábyrgd

·         góðar starvsfelagar í sterkum arbeiðsumhvørvi

·         eitt starv við stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi

·         møguleika fyri fakligari menning og upplæring

Hjá IRF verður tú partur av einum arbeiðsplássi við umleið 100 starvsfólkum. Nógv hava arbeitt hjá okkum í nógv ár, tí trivnaður, felagsskapur og gott samstarv eru týdningarmiklir partar av okkara mentan. Vit leggja dent á trygd og at øll hjálpast at, tá á stendur. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

 

Setanarviðurskiftir
Starvið er fulla tíð og umfatar eisini eina vaktarskipan uttan fyri vanliga arbeiðstíð, um kvøldið og í vikuskiftinum. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag/KAF. Vegna arbeiðsuppgávurnar er neyðugt at verða koppsett/ur fyri ávísar sjúkur. IRF skipar fyri og rindar allar neyðugar koppsetingar.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja er í seinasta lagi sunnudagin 22. november 2026. 

Um tú vilt vita meira um starvið ert tú vælkomin at venda tær til Duritu Toftegaard, leiðara á tlf. 234223.

 

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 38.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Vit hava í ár, sum fyrsti føroyski renovatiónsfelagsskapur nakrantíð, vunnið viðurkenda heiðurin “Verdensmålsprisen 2026” hjá Cirkulær fyri okkara arbeiði við verkætlanina “Tað sum eftir er”. Les meira um umhvørvispolitikk okkara á www.irf.fo

 

Lagt út tann
06. nov. 2026
Starv
Bilførari til Reinsitænastuna
Starvsheiti
Bilførari til Reinsitænastuna
Virki
IRF
Deild
Reinsitænastan
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor