fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Summarstarv sum vaktarfólk á Brennistøðini hjá IRF

IRF søkir eftir frítíðaravloysara fyri vaktarfólk á brennistøðini í Leirvík í tíðarskeiðnum 16. juni til 24. august (vika 24-35). Hevur tú lokið 2. lestrarhálvu á maskinmeistaraútbúgvingini, og hevur tú áhuga í einum summarstarvi, har tú fært viðkomandi starvsroyndir, so er hetta júst eitt starv fyri teg.

 

Tú verður partur av eini døgnvaktarskipan, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Móttøku og telduavgreiðslu av bilum, sum koma á brennistøðina við burturkasti

  • Dagligan rakstur og røkt av ketli og ovni

  • Annað fyrifallandi arbeiði

 

Krøv til tín

  • Kravið er, at tú hevur lokið 2. lestrarhálvu á maskinmeistaraútbúgvingini ella hevur lokið útbúgving sum maskinistur ella maskinmeistari.

  • Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og í vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið.

 

Vit bjóða tær

Vit bjóða tær eitt mennandi summarstarv og møguleikan at verða partur av einum stórum starvsfólkahópi, sum hvønn dag lyftir eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit bjóða tær upplæring í tíðini áðrenn summarferiuna.

 

Setanarviðurskiftir

Talan er um summarstarv í skiftisvaktum á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við til Sverra Danielsen, leiðara, á tlf. 234251.

 

Umsóknarfreist

Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi 22.04.2025.

Um tú ikki kanst arbeiða allar 10 vikurnar, so sig okkum, hvat tíðarskeið tú ert áhugað/ur at starvast.

 

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 40.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt minni skal brennast og alsamt meira skal endurvinnast - umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.

 

Lagt út tann
02. apr. 2025
Starv
Brennistøð - Vaktarfólk
Starvsheiti
Summarstarv sum vaktarfólk á Brennistøðini hjá IRF
Virki
IRF
Deild
Brennistøðin
Umsóknarfreist
22. apr. 2025
Starvstíð
09. jun. 2025 - 31. aug. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor