fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Maskinistur ella handverkari til IRF í Kvívík

Søkt verður eftir starvsfólki til tyrvimóttøkuna og reinsiverkið í Nýggjheiðum omanfyri Kvívík. Tínar uppgávur eru millum annað dagligur rakstur av móttøkuni av tyrviburturkasti og rottangaskipanini. 

 

Um Nýggjheiðar 

Tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu. Á Nýggjheiðumverður tikið ímóti øllum tyrviburturkasti og allari rottangaevju í Føroyum, soleiðis at alt er savnað á einum stað. Plássið hevur eina høll at savna saman tyrviburturkast, eitt rottangareinsiverk, starvsfólkarúm, bilhús til rottangabilar og tyrvingarpláss. Nógv er um at fara, og tískil verður søkt eftir einum starvsfólki til dagliga raksturin. 

 

Arbeiðsuppgávur  

  • At røkja tyrvingarmóttøkuna og rottangareinsiverkið 

  • Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum 

  • Viðlíkahald og røkt av útgerð og hølum 

  • Annað fyrifallandi arbeiði 

 

Vit vænta, at tú 

  • hevur útbúgving sum maskinistur ella handverkari 

  • hevur koyrikort 

  • ert røkin og arbeiðir skipað 

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt 

  • ert tænastusinnað/ur og dugur at samskifta á føroyskum ella norðurlendskum 

  • ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir  

 

Vit bjóða 

Vit bjóða tær viðkomandi skeið, so sum trukkskeið og onnur skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdu 36.000 tons av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. 

 

Løn- og setanarviðurskifti 

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og viðkomandi avvarðandi fakfelag. Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt.  

 

Umsóknarfreist 

Umsóknarfreistin er í seinasta lagi 25. september 2025.  

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Hans Andrias Didriksen, leiðara, á tlf. 234238 ella Andrias Joensen, tekniska leiðara á tlf. 234214. 

 

Um IRF 
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. 

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo

 

Lagt út tann
09. sep. 2025
Starv
Maskinistur ella handverkari til IRF í Kvívík
Starvsheiti
Maskinistur ella handverkari til IRF í Kvívík
Virki
IRF
Deild
Nýggjheiðar
Umsóknarfreist
25. sep. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor